Í februar mánaði fara Kvinna og Íverksetanarhúsið enn einaferð at lata eina viðurkenning til eina kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti.
Mangir ónýttir møguleikar liggja í at fáa fleiri kvinnur at byrja egna fyritøku og at hugsa í vøkstri. Kvinna og Íverksetarahúsið eru farin undir eitt samstarv, ið hevur til endamáls at stuðla virkishugi og áræði hjá kvinnum at taka við fleiri avbjóðingum á Íverksetaraøkinum.
Megnarprísurin
Tú kanst vera við at avgera, hvør kvinna skal fáa henda heiður. Øll kunnu tilnevna eina kvinnu til Megnarprísin, og ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør fær heiðurin. Dentur verður lagdur á at vinnarin:
- hevur víst góð úrslit
- hevur víst nýhugsan
- hevur givið øðrum kvinnuligum íverksetum íblástur
- hevur víst áræði og dirvi
Fyrireikararnir vóna at fáa fleiri góð boð um kvinnur, ið hava uppiborið henda heiður. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á is@iverksetan.fo ella til Kvinnu á kvinna@kvinna.fo
Freistin at tilnevna er fríggjadagin 31. januar.
Megnarkvinnan veðrur avdúkað 21. februar.
Melda til okkara tíðindabræv
Kom á okkara tíðindabrævslista. Tú fart altíð tey nýggjastu tíðindi beint í boðklivan
