Mimmy Vágsheyg

Íverksetarahúsið

j

12/04/2015

Á Kvinnur Megna verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Ymiskar vinnulívskvinnur fara at greiða frá sínum royndum við íverksetan, sølu og lønandi rakstri.

Ein teirra er Mimmy Vágsheyg, sum fyri góðum ári síðan læt eina serliga kafé upp í Klaksvík.

Mimmy, sum er útbúgvin servisu økonom við sergrein í hotel og matstovu, er í dag leiðari í egnum kaffihúsi. Fyri Mimmy var tað umráðandi at skapa eitt hugnaligt og persónligt arbeiðspláss, og alt inni í kaffihúsinum er sermerkt og hevur sína egnu søgu. Konseptið er um Nólsoyar Páll og konu hansara Marin Malenu, og hevur kaffihúsið fingið navnið Fríða eftir Royndini Fríðu. Soleiðis hevur Mimmy megnað at skapa eitt kaffihús, sum fólkið á staðnum hevur tikið til sín, og sum samstundis er áhugavert hjá fremmandafólki.

Hoyrið meiri um Mimmy fríggjadagin 17. apríl kl 13:00 í Østrøm.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.