Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-finaluni 2026

Íverksetarahúsið

j

02/03/2026

Nýskapandi hugskot, dirvi og ungur íverksetarahugur verða í miðdeplinum, tá SkúlaFM-finalan 2026 verður hildin hósdagin 5. mars kl. 09.30 í Dansifrøi í Havn. Sjey bólkar úr framhaldsdeildum kring alt landið fara at kappast og leggja fram sínar verkætlanir fyri einum dómarapaneli.

SkúlaFM er árliga íverksetarakappingin fyri næmingar í 8., 9. og 10. flokki. Kappingin gevur teimum ungu høvi at royna seg við egnum hugskotum og menna tey til veruligar vørur ella tænastur.

Seinasta árið hava næmingarnir luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri, og harumframt fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum. Gjøgnum málrættaða undirvísing, virkisvitjanir og fyrireiking til finaluna hava tey fingið royndir við nýhugsan, samstarvi og sølu. Í finaluni fáa tey høvi, at vísa fram úrslitið av sínum arbeiði.

Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, Eysturskúlanum, NámX og Skúlanum við Løgmannabreyt við í finaluni.

Í steðginum verður okkurt søtt at fáa, og harumframt fara Sophilia Wraae Mukisa og Filip á Smið, ið eru kend úr sjónvarpsrøðini Hoydalar, at spæla nøkur løg.

Dómarapanelið velur bestu verkætlanina og vinnandi bólkurin fær – umframt heiðurin – møguleikan, at umboða Føroyar í donsku kappingini Next Level, sum er ein líknandi íverksetarakapping fyri skúlaungdóm. Betri og Føroya Tele stuðla við vinningum til nr. 1, 2 og 3.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið. Verkætlanin er við til, at skapa og styrkja íverksetarmentanina í Føroyum longu frá ungum árum og gevur næmingum møguleika, at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.