Nýggj verkætlan løgd út á Hópfígging

Íverksetarahúsið

j

27/10/2020

Vilt tú hjálpa Move at skapa fastar karmar?

Vit vilja byggja eina feita Parkour og rørsluhøll í Vági, har øll, ung sum gomul kunnu koma inn at venja og spæla. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Óðinn K. Johansen, sum í løtuni hevur eina verkætlan á hopfigging.fo.

Ætlanin gera umstøður til eina høll, ið skal nýtast, sum eitt slag av ungdómshúsi. Høllin skal vera opið seinnapartar og vikuskiftinum, so børn, ung og vaksin kunnu koma inn og spæla og vera aktiv.

Les meira um verkætlanina her:

https://www.hopfigging.fo/project/view/72