”Onki er ógjørligt, eg havi bara ikki ordiliga tíð í løtuni”

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Eg mótti Leif á eini kaffistovu, sum lá við motorvegin, ein dagin. Vit skuldu báðir hava frokost og ein tiltrongdan steðg á okkara longu ferð til húsa. – Og har stóu vit so í kø, báðir við hvør sínum bakka. Leif stóð og trippaði ótolin, mumlaði fyri seg sjálvan og hugdi at klokkuni. Skjótt misti hann tolið, hann umbar seg við høgum tóna, og soleiðis komu vit at práta.

Leif hevði ringa tíð. Hann hevði longu verið til verka í fleiri tímar,og so hevði hann eina rúgvu sum skuldi fáast av skafti seinnapartin eisini, umframt at hann skuldi náa heim til konuna og lítlu dóttrina, sum hann var ”vikuskiftispápi” hjá, aðru hvørja viku. Tað var sjónligt at Leif var spentur at síggja famijuna, sum hann alt ov sjálvdan hevði stundir til, orsaka av arbeiði. ”Eg elski mítt arbeiði, og eg eri væl løntur”, greiddi hann frá, ”eg spari pengar upp, soleiðis at vit einaferð veruliga kunnu njóta lívið”. Eg spurdi hann, hvat hann skuldi gera tá hann ’veruliga’ skuldi njóta lívið? Uttan stórvegis umhugsan segði hann, at hann skuldi brúka tíðina uppá konuna og dóttrina. Síðandi spurdi eg hann, hvussu leingi dóttir hansara búði hjá honum í senn. Hann svaraði, at hon var har í fýra dagar, men hann hevði tíverri longu verið til arbeiðis tveir av teimum hesa ferð. Men tíbetur lá enn eitt langt vikuskifti fyri framman um tvær vikur, og tá skuldi tey verða saman allar fýra dagarnar.

Leif elskar sítt arbeiði, og trívist í tí, men tað var sjónligt, at har var ongin balanca. Arbeiðið og familjan gingu hvørki hond í hond ella uppí eina hægri eind. Eyðsæð var, at Leif ikki dugdi at ‘tima’. Hann brúkti ov nógva orku uppá at fyrireika eina bjarta famijuframtíð, heldur enn at brúka orkuna uppá familjuna nú.

Hann var úti av balansu.

Brúkar tú tína tíð skilagott – hevur tú javnvá í lívinum?

”Møguleikar eru sum sólin tá hon rísur. Um tú bíðar ov leingi, fært tú hana ikki við”.

Kelda: keys2passion