Stuðulsnevndin sum stendur aftanfyri verkætlanina ynskir at byggja eitt savn til heiðurs fyri Ova.
Savnið skal bera søguna um mannin Ova Joensen og bragd hansara víðari til : føroyingar, skúlanæmingar, barnagarðar og ferðafólk, ið hvørt ár vitja í Nólsoy.
Umframt at siga frá søguni um Ova, ynskja stigtakarnir, at Ovasavnið skal vera til gagn fyri bygdafólki í Nólsoy, sum gjøgnum 30 ár hava arbeitt fyri til at savna pening saman til svimjihylin.
Við at samskipa Ovasavnið og kunningarstovan “Visit Nólsoy”, ynskir stuðulsnevndin, at Ovasavnið gerst eitt livandi savn. Eitt stað, har ung sum gomul – bygdafólk sum ferðafólk, kunna koma saman og hugna sær við einum kaffimunni og góðum práti.
Les meira um verkætlanina og hvussu tú kanst stuðla her