Runar Reistrup høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi 2021

Íverksetarahúsið

j

02/09/2021

Rúnar hevur verið stjóri og við í menningini av fyritøkuni Depop, sum fyrr í ár bleiv seld fyri 10 milliardir krónur. Rúnar er framfýsin íverkseti, og kemur á Ársins íverksetaradegi at greiða frá søguni aftanfyri íverksetaraævintýrið Depop, ið byrjaði sum ein lítil íverksetarafyritøka, og eftir fáum árum bleiv til eina stóra altjóða fyritøku.Íverksetaradagurin verður hildin fríggjadagin 10. sep. kl. 13:00 í Norðurlandahúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.Tó er neyðugt at tekna seg.Sí skránna og tekna teg til Ársins íverksetaradag 2021 her