Serfrøðingur á vitjan

Íverksetarahúsið

j

26/08/2024

Komandi tíðina fer Íverksetarahúsið undir eitt nýtt átak, har tað verður møguligt at fáa ókeypis ráðgeving frá serfrøðingum á ymiskum økjum.

Fyrsta vitjanin verður mikudagin 18. septembur, har Sølvá Jansdóttir Joensen, sum er serfrøðingur í marknaðarføring á sosialu miðlunum, kemur at ráðgeva.

Sølva eigur og rekur fyritøkuna, Sølvá – Føðsla, heilsa og venjing.

Sølvá kann millum annað veita tær ráð um, hvussu tín fyritøka kann marknaðarførða seg skynsamt á sosialu miðlunum 🙌

Støkk inn á gólvið og fáa eitt prát.

Sølvá er klár at ráðgeva tær í Íverksetarahúsinum millum kl. 13-16, mikudagin 18. septembur.

👉Ikki er neydugt við tilmelding.

Tú kanst lesa meira um, hvussu Sølvá kann hjálpa tínari fyritøku:

https://www.solva.fo