Serstakliga væleydnað GameJam

Íverksetarahúsið

j

26/01/2015

cover_

Í vikuskiftinum 23. til 25. januar 2015 var tiltakið FTGameJam 2015, har arbeitt varð við at gera telduspøl frá grundini. Tað gekk so væl hjá øllum bólkum, at allir megnaðu at leggja fram og geva sítt uppskot til, hvussu eitt telduspæl kann síggja út

Íverksetarahúsið hevur nú tríggjar ferðir skipað fyri GameJam í samstarvi við Føroya Tele. Tað gekk fyri seg í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík í døgunum 23. til 25. januar 2015. Hesuferð var føroyska tiltakið partur av Global Game Jam, sum gekk fyri seg kring allan heimin.

Global Game Jam hevði eitt tema, sum í fyrstu atløgu var hildið loyniligt, soleiðis at tað ikki skuldi leka út til luttakarar í øðrum londum, har tiltakið ikki var byrjað enn. Temað var ein spurningur; “Hvat gera við nú?”

Fimm bólkar vórðu skipaðir, sum allir skuldu gera eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar. Bólkarnir fóru í gongd við at gera eitt telduspæl í part. Ymiskar avbjóðingar eru partur av at gera eitt telduspæl; søga, grafikkur, forritan, ljóð, tónleikur og annað.

Allir bólkarnir megnaðu at gera eina fyribils útgávu av sínum spæli innanfyri ásettu tíðina. Eitt dómarapanel valdi spælið Worksteak hjá Green Team til besta spæl.

Nú verður arbeitt við, hvussu arbeiðast kann víðari við spølunum, sum komu burtur úr FTGameJam 2015.

Føroysku spølini eru at finna á heimasíðuni hjá Global Game Jame:
http://globalgamejam.org/2015/jam-sites/ft-gamejam-faroe-islands/games