SjóGló kappast í DM í íverksetan

Íverksetarahúsið

j

20/04/2026

Næmingar úr Eysturskúlanum í Tórshavn fara í morgin at umboða Føroyar í DM í íverksetan í Kolding.

Talan er um kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.–10. flokki úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum kappast um at vinna heitið sum danmarksmeistari í íverksetan.

Føroyski bólkurin, SjóGló, sum skal kappast í morgin, vann SkúlaFM 2026, ið varð hildið fyrr í ár. SkúlaFM er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið. Í kappingini kappast næmingar úr framhaldsdeildum kring alt landið við sínum íverksetarahugskotum.

SjóGló hevur ment eina vøru, har tey framleiða vitaminir úr fiskaskræðu. Við hesum hava tey gagnnýtt føroyska rávøru og ment hana til eina nýggja vøru við hægri virði.

Bólkurin SjóGló er úr 9. flokki í Eysturskúlanum. Stovnararnir eru Nikolina Flora Højgaard Kristjansdóttir, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Elin Joensen og Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á, at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning inn í verkætlanirnar. Somuleiðis skulu tey vísa, hvussu teirra verkætlan kann gagna altjóða samfelagnum.

Kappingin um danmarksmeistaraheitið verður hildin í Kolding týsdagin 21. apríl.