SkúlaFM Finalan 2022

Íverksetarahúsið

j

07/02/2022

Fríggjadagin 25. februar verður finalan í SkúlaFM 2022, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan.Tiltakið verður í Løkshøll í Runavík og byrjar klokkan 09:30. SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum.

Í ár luttaka hesir skúlar: Skúlin við Løkin, Nám X, Fuglafjarðar Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Giljanesi og Skúlin av Fløtum.

Meira kunning og endaliga skráin kemur seinni.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.