Næmingar á Innovatiónsleiðini í Handilsskúlanum á Kambsdali vóru í dag og í gjár á Startup skeið hjá Íverksetarahúsinum.
Næmingarnir fóru ígjøgnum eina prosess at menna eitt rátt hugskot til eina vøru sum kundar ynskja at gjalda fyri. Somuleiðs skuldu næmingarnir í trimum umførum leggja fram fyri hvørjum øðrum so hvørt sum hugskotini mentust áðrenn endaligu framløguna fyri dómspanelinum.
Hugskotini arbeitt varð við vóru Brake in Time, et.fo, Ljómleikur, Explore the Faroes og Blómu Glas. Endaligi vinnarin gjørdust et.fo, hjartaliga til lukku!