TONIK 3.MAI 2024

Íverksetarahúsið

j

09/04/2024

TONIK 2024 ER FYRI VINNUNA OG ØLL, SUM ERU ÁHUGAÐI Í NÝSKAPANDI TØKNI OG ÍVERKSETAN. KVEIKJANDI AKTIVITETIR INNAN TØKNI OG LIST VERÐA Á FIMM HÆDDUM Í ÓHÁTÍÐARLIGUM OG ESTETISKUM UMHVØRVI Í SILO Í SJÓVINNUHÚSINUM

Endamálið er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, sum gevur íblástur beinleiðis frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Og ikki minst at knýta sambond og deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan. Møguleiki verður eisini at at luttaka á verkstovum.

Á pitchkappingini fara føroyskir og útlendskir íverksetarar at kappast um vinningin á kr. 100.000.

Nýskapandi loysnir og kreativa tilgongdin verður víst fram av bæði føroyskum og útlendskum fyritøkum og listafólkum. Tað serliga við TONIK er samanrenningin millum skapandi vinnuna og tøkni vinnuna, sum skapar bestu karmarnar fyri nýhugsan.

Íleggjarar sita klárir til prát í hugnaligum uppihaldsstovum á øllum fimm hæddunum í SILO.

Í veitsluni aftaná stevnuna verður døgurði og okkurt leskiligt afturvið. Ein breið vifta av listarligum og tónleikaligum upplivingum fara at skapa góðan hýr.

Meira fæst at vita á heimasíðuni www.tonik.fo/

Atgongumerki kosta kr. 2.795 fyri allan dagin frá kl. 9.00 – 17.00 umframt veitslu um kvøldið.