Suðuroyingar við nýggjum hugskotum!

Íverksetarahúsið

j

09/09/2013

_mg_0933

Og vinnarin er.. Sapp in Suðuroy’!

Orðini átti stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Bruhn, tá hann í dag kunngjørdi vinnaran av fyrsta Startup Suðuroy.

Tey trý Anna Djurhuus í Vági, Hjørdis Petersen í Hovi og Bárður Hansen av Tvøroyri fingu síðani hvør sín ferðaseðil frá Atlantsflogi handaðan frá Halli av Heiðum, sum er formaður í Vinnu- og trivnaðarnevndini í Tvøroyrar býráð.

Fyrsta virðislønin kom í hús í harðari kapping millum fýra bólkar, sum hava brúkt vikuskiftið til at arbeiða við hugskotum, sum luttakararnir í felag komu við og valdu at arbeiða víðari við.

Vinnandi hugskotið snýr seg um eina app, har ferðafólk fáa eina persónliga uppliving og vegleiðing um alt sum er í, og fyriferst í Suðuri. Hini hugskotini snúðu seg um ein serligan kreativan depil, eina effektivari fløsku innsavnan, og framleiðslu av Merkinum, hagani tað upprunaliga stavaði, í Fámjin.

Startup vikuskiftið er eitt konsept, har endamálið stutt og greitt er at fáa flutt tað hugskotsríkidømi, sum finst í lokal økinum, nærri eini kommersiellari realisering. At vísa, at tað ber til, og at fáa fleiri at taka stigið. At geva luttakarunum áræði og eitt netverk til at føra teirra hugskot út í veruleikan.

Heilt sentralt í konseptinum eru íverksetarar, sum hava royndir við fyritøkum, og sum virka sum mentorar hjá luttakarunum á Startup. Higartil hava Ólavur Ellefsen, Regin W. Dalsgaard, Niklái Nysted, Jutta Helgadóttir og Íverksetarahúsið virkað sum mentorar.

Ætlanin er at skipa fyri fleiri slíkum átøkum runt um í landinum, og næsta Startup verður í Sandoy 25. til 27. oktober.