Temakvøld: Søla

Íverksetarahúsið

j

23/05/2025

Íverksetarahúsið skipar aftur fyri Temakvøldi um sølu mikukvøldið 11. juni kl.19 í Íverksetarahúsinum.

Tá talan er um sølu, er eitt jaligt fyrsta inntrykk heilt avgerandi, men eitt varandi úrslit avhongur av tí, sum hendir eftirfylgandi. Lær at skipa títt søluarbeiði, soleiðis at tú økir sannlíkindini fyri at røkka tínum málum, og fá amboð, sum eru løtt at tillaga til tín egna tørv. Harumframt fært tú íblástur og ítøkiligan kunnleika um alla sølugongdina, frá fyrsta sambandi til endaliga sølu. Antin tú søkir nýggjar kundar ella røktar tey sambond, tú longu hevur.

Tað verður Greg Worley, søluleiðari hjá Nemlia, ið hevur nógvar altjóða royndir innan sølu, sum kemur at greiða frá. Fyrileysturin verður á enskum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til: [email protected]