Kundi tú hugsað tær at fingið meira at um, hvussu tú kanst selja og marknaðarføra tínar vørur og tænastur á netinum?
So er at koma til áhugavert temakvøld um sølu og marknaðarføring í Íverksetarahúsinum hósdagin 22.juni kl.19:00.
Tað verður Robert Sivertsen, frá fyritøkuni Jákup Brúsá, ið kemur at greiða frá sínum royndum og ráki innan sølu og marknaðarføing á netinum.
Nøkur av høvuðsevnum:
Nethandlil og lýsingar á sosialum miðlum
“Social selling” og framferð á Linkedin
Sølustýring og kundasamskifti á einum stað
Um Robert:
Robert hevur útbúgving innan International Sales & Marketing og hevur seinastu árini verið sølu og marknaðarleiðari hjá Klintra og áðrenn tað hjá Wired Relations.
Robert hevur góðar royndir innan evni og fer at greiða frá um skipanini HubSpot, sum er ein av best umtóktu skipanum á marknaðinum til at samskipa sølu og marknaðarføring í eini fyritøku.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Tó er neyðugt at tekna seg við at senda teldupost til:
Se mindre