THETIS FEKK HEIÐURIN SUM ÁRSINS ÍVERKSETI 2020

Íverksetarahúsið

j

15/10/2020

Fyri løtu síðan bleiv kunngjørt, at fyritøkan THETIS, við Maritu Debess Magnussen og Regin W. Dalsgaarder kosin Ársins Íverkseti 2020.

Ársins Íverksetaradagur, ið er dagurin har føroysk íverksetan verður heiðrað, varð seinnapartin hildin umvegis netið.  

ÁRSINS ÍVERKSETI 2020

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna THETIS til Ársins Íverkseta. Løgmaður segði millum annað: Ársins Íverkseti hevur loftað einum eftirspurningi frá framleiðsluvinnuni um at veita kanningar í samband við matvøruframleiðsluna í Føroyum. Felagið hevur gjøgnum nøkur ár hevur bygt seg upp til at vera ein kanningarstova á høgum støði. Fyritøkan hevur m.a. fingið altjóða góðkenningar, sum prógv uppá at kanningarnar eru á einum altjóða góðkendum støði.

Fyritøkan hevur uppbygt nógva vitan gjøgnum nógv ár, og hevur alsamt verið klárt til at lofta nýggjum avbjóðingum, tá hesar hava víst seg. Feskasta dømið um hetta er teirra stóri leiklutur í korona kanningunum. Ágrýtni og áræði hevur verið teirra eyðkenni og hevur felagið víst stóran fleksibilitet, fyri at nøkta stóra tørvin, sum brúkarar og samfelagið hevur havt tørv á.

Roknskaparliga hevur gongdin hjá felagnum verið nakað skiftandi, men seinastu árini hevur felagið havt støðuga framgongd, og hevði í 2019 eitt gott fíggjarligt úrslit.

Íverksetarahúsið, og vinnuframaskipanin sum heild, hevur tvey aðalmál. At stimbra og hjálpa íverksetarum beinleiðis, men eisini at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum. Við at hava fokus á og heiðra føroyska íverksetan er vónin at íverksetarar í Føroyum, fáa íblástur og vera eggjaðir til at halda áfram við at vísa dirvi og áræði.

Íverksetarahúsið ynskir THETIS hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2020.

Leinkja til stoymingina av Ársins Íverksetaradegi 2020 kann finnast her

X