Tilnevn Ársins Íverkseta 2012

Íverksetarahúsið

j

19/03/2012

Í samband við stóra íverksetaraátakið Ársins Íverksetaradagur lýsir Íverksetarahúsið eftir uppskotum til Ársins Íverkseta 2012. Ársins Íverksetaradagur er eitt afturvendandi tiltak sum Íverksetarahúsið skipar fyri, og í ár verður dagurin hildin í fabrikkini hjá Østrøm fríggjadagin 30. mars.

Øll kunnu tilnevna Ársins Íverkseta, men ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør skal fáa heiðurin Ársins Íverkseti 2012. Dentur verður lagdur á, at vinnarin:

-hevur víst góð fíggjarlig úrslit

– hevur víst nýhugsan

– hevur givið øðrum íverksetum íblástur

– hevur víst árræði og dirvi

Ársins Íverkseti í fjør gjørdist Óla Kristian á Torkilsheyggi, ið eigur og rekur fyritøkuna Navia.

Íverksetarahúsið vónar at fáa fleiri tilnevningar við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected].

Freistin at tilnevna er mánadagin 26. mars.