Time-Cloud.eu á Creative Business Cup

Íverksetarahúsið

j

17/09/2015

timecloud.eu

Til føroysku finaluna í Creative Business Cup eru tíggju kreativar verkætlanir útvaldar. Vinnarin fer víðari til altjóða kapping í danmark í november.

TimeCloud.eu er ein sjálvvirkandi skipan ið byggir á framkomna og slóðbrótandi tøkni, ið skrásetur tíðar- og arbeiðsviðurskifti millum starvsfólk og arbeiðsgevara. Skipanin er til smá sum stór virkir, ið vilja hava eina álítandi skipan uttan størri uppsetan til ein lágan mánaðarligan kostnað.

Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi skipa fyri tiltakinum.

Fríggjadagin 18. september frá kl. 13 til 17 í Vinnuframa.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!