Milica og Zeljko Bogdanovic úr Serbia vunnu Startup International, sum var hildið í Klaksvík í vikuskiftinum. Teirra hugskot er ein einføld familjufyritøka, sum kom, tá tey bæði løgdu merki til, hvussu skitnir føroyskir bilar eru
Í døgunum 22. til 24. mai 2015 skipaði Íverksetarahúsið saman við Klaksvíkar kommunu fyri Startup International. Eins og onnur Startup-tiltøk, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri, gongur tað út upp á, at fólk fáa amboð og høvi til at arbeiða við at menna hugskot til nýtt virksemi soleiðis, at tey betur kunnu setast í verk.
Startup International var øðrvísi enn onnur Startup tiltøk við, at tað var ætlað útlendingum, sum búgva allastaðni í Føroyum. Og tað gekk fyri seg á enskum máli.
Serbisk familjufyritøka í Klaksvík
Top Shine fór avstað við vinninginum, sum ljóðar upp á 10.000 krónur frá Klaksvíkar kommunu. Kona og maður, Milica og Zeljko Bogdanovic úr Serbia komu til Føroya og løgdu merki til, hvussu skitnir føroyskir bilar eru.
Á framløguni greiddu tey frá, hvussu føroyska veðrið er orsøk til, at bilar verða bæði dálkaðir og at tað er orsøk til, at lakkið slítist skjótari enn neyðugt. Heldur enn at lakkera bilarnar av nýggjum fyri 25.000 til 40.000 krónur bjóða ætla tey at bjóða seg fram at vaska og polera bilarnar fyri 2.800 til 5.000 krónur.
Hugskotið og virkisætlanina hildu dómararnir verða so góð, at teir valdu Top Shine til besta hugskotið á Startup International. Í dómarapanelinum sótu Gunvá við Keldu, Eyðbjørn Poulsen og Símun Gullaksen.
Hini hugskotini
Klaks Wok er navnið á einari fyritøku, sum bjóðar catering og sum eisini prýðir í samband við veitslur og onnur tiltøk. Maturin er serligur í og við, at hann er ein blanding av føroyskum og ásiatiskum mati.
Fish in a Box eitur eitt hugskot, sum gongur út upp á at gera eitt bindilið millum fiskimenn og kundar í Føroyum. Tað skal gera tað so lætt sum gjørligt hjá fiskimonnum at sleppa av við fisk, og samstundis gera tað so lætt sum gjørligt hjá fólki at fáa fatur á feskum fiski úr sínum nærumhvørvi. Og tað er altso feskur og ikki frystur fiskur, sum her er talan um.
Afrohárfríðkan er eitt hugskot, sum gongur út upp á at veita serliga hárfríðkanartænastur til gentur og kvinnur við afrikonskum hári. Afrikanskt hár er øðrvísi enn evropeiskt hár og krevur serliga viðgerð at halda og at fríðka. Tænastan er serliga ætlað ættleiddum gentum og kvinnum, umframt gentum við blandaðum foreldrum við afrikonskum hári, umframt øðrum gentum og kvinnum, sum vilja royna okkurt øðrvísi.
Faroe Way er eitt hugskot, sum skal nøkta ein tørv, sum útlendingar í Føroyum renna seg í. Teir kenna ikki føroyskt mál og siðir, og hava ein ávísan tørv at seta seg inn í føroysk viðurskifti. Faroe Way skal vera ein internetgrundaður platformur, sum upplýsir um føroysk mál og føroysk viðurskifti á útlendskum máli til fólk, sum tosa útlendsk mál. Bæði ókeypis og fyri ein kostnað.