Trý ár við Hópfígging

Íverksetarahúsið

j

10/10/2022

Leygardagin vóru júst trý ár síðani at hópfíggingarportalurin sá dagsins ljós. Tað er ikki ov nógv sagt, tá sagt verður, at føroyingar veruliga hava tikið hendan fíggingar- og stuðulsmøguleikan til sín. Tí hesi trý árini hava einstaklingar, stuðlar og onnur, stuðlað 26 ymiskum verkætlanum við 3,4 milliónum krónum.

Tað er Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Visit Faroe Islands, ið hava tikið stig til hendan fíggingarmøguleikan, sum altjóða eisini verður kallaður “crowdfunding”.

Hjá íverksetum, og serliga íverksetaraspírum, kann tað verða torført at fáa fígging til vega, umvegis vanliga stuðulsmøguleikanum úr banka og øðrum aktørum, tá ein verkætlan skal skjótast ígongd. Hópfígging er tá ein framúr møguleiki. Við hesum fíggingarmøguleikanum kunnu íleggjarar og stuðlar, við tí upphædd teimum lystir, stuðla verkætlanum, og soleiðis vera við at seta ferð á verkætlanina hjá íverksetanum. Higartil hava 3377 stuðlar veitt fígging til tær 26 verkætlanirnar, ið hava verið at finna á hópfíggingarportalinum.

Ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan, er vælkomin at senda hugskot til hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan.

Í løtuni er ein verkætlan í gongd. Talan er um føroyska kalendaraverkætlanina “Árið og maturin – ein føroyskur matkalendari”. Í løtuni eru tær báðar, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen og Lena Nicolajsen, í gongd við at savna og myndprýða kunning um hvørjar rávørur og matvørur eru í árstíð hvønn mánað í Føroyum. Skal hetta frálíka hugskot gerast til veruleika, ber til at stuðla teirra verkætlan, og á tann hátt tryggja sær ein tílíkan føroyskan matkalendara.

Sí meir um Hópfígging her.