Undirvísa úr Klaksvík

Íverksetarahúsið

j

20/11/2015

FullSizeRender

Í dag var fyri fyrstuferð undirvíst úr Fjarnámi í Klaksvík fyri næmingum á Setrinum í Tórshavn

Síðani 2013 hava lesandi hildið til í Íverksetarahúsinum, har summi teirra hava fingið undirvísing yvir fjarskiftisútgerð í samband við útbúgvingar á m.a Fróðskaparsetrinum.
Í dag fór undirvísing eisini fram í Íverksetarahúsinum, men hesaferð vóru tað tey á Setrinum ið fyldu við yvir fjarskiftisútgerðina, meðan undirvísarin var staddur í Klaksvík.

Elisabeth M. Gaard, ið er úr Klaksvík, valdi í dag at nýta høvið at undirvísa úr Klaksvík, heldur enn úr vanligu flokshølunum í Havn, og tað vísti seg at rigga sera væl. Elisabeth undirvísti námsfrøðislesandi í námsfrøðiligar sálarfrøði.

Nógv lesandi eru tilknýtt Fjarnám í Íverksetarahúsinum. Hesa vikuna hava lesandi innan KT verkfrøði, námsfrøði, sálarfrøði, løgfrøði, kostvegleiðing, og læraralesandi húsast í Íverksetarahúsinum.

Um ársskiftið 2014/15 varð íløga gjørd í nýggja og framkomna tøkni til tess at kunna vera í Klaksvík og fylgja undirvísing, fyrilestrum, fundum og øðrum umvegis internetið. Útgerðin hevur verið brúkt til at fylgja undirvísing í Føroyum og aðrastaðni, men í dag hevur Setrið so eisini roynt møguleikan at undirvísa frá Klaksvík til næmingar á setrinum í Tórshavn.

Deirdre Hansen, ið starvast sum yrkis- og lestrarvegleiðari hjá Fjarnám, vegleiðir teimum lesandi, og fólki ið ætla sær undir útbúgving ella førleikamenning.

Ger eina avtalu um vegleiðing við at ringja á tlf. 239502 ella nýtlsu av lestrarumstøðum við at skriva til [email protected]

X