UPPLIV KLAKSVÍK Í KEYPMANNAHAVN 24. APRÍL

Íverksetarahúsið

j

19/03/2018

Aftur í ár bjóða Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið øllum at vera vælkomin í Føroyingahúsið at síggja, hoyra og smakka nakað av tí besta, sum Norðoyggjar hava at bjóða.

Týskvøldið 24. apríl verður Føroyingahúsið í Keypmannahavn karmur um tiltakið Uppliv Klaksvík, sum varð hildið á fyrsta sinni í fjør. Umframt framløgur um vinnu- og bústaðarmøguleikar í Klaksvíkar kommunu, verður eisini borðreitt við lekrum mati og drekka, umframt tónleiki av ovastu hyll. Snøgt sagt eitt hugnaligt kvøld við góðum og áhugaverdum undirhaldi, púra ókeypis.

Fjølbroytt og forvitnislig skrá

Eins og í fjør fevnir skráin um løtt og áhugaverd innsløg um starvs- og bústaðarmøguleikar í Klaksvíkar kommunu, og harumframt ber til at síggja og uppliva nýggja miðbýin í Klaksvík uppá ein heilt serligan og forkunnugan máta.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri leggur fram um Klaksvík í framtíðini, og á tiltakinum ber eisini til at koma til orðanna og seta spurningar, sum borgarstjórin eftirfylgjandi svarar.

Samfelagshjólini snara við fullari ferð, og í Norðoyggjum hava vit bæði stóran fólkavøkstur og menning á nógvum ymsum økjum. Vinnulívið er sterkt og fjølbroytt, og hetta verður eisini endurspeglað í skránni, har umboð fyri vinnuna koma at leggja fram um vinnumøguleikar í kommununi, bæði nú og í framtíðini.

At undirhalda koma klaksvíkingar úr fleiri ættum, nevniliga Jógvan Hansen og Hallur Joensen, sum hvør í sínum lag eru í útlegd í ávíkavist Reykjavík og Herning. Báðir hava gjøgnum nógv ár gjørt seg galdandi á stóru tónleikapallunum úti og heima, og nú gleða teir seg til eitt hugnaligt kvøld saman við øðrum útisetum í Føroyingahúsinum.

Tiltakið “Uppliv Klaksvík” verður týskvøldið 24. apríl kl. 19, og til ber at kunna seg meira um skrá og innihald her.