Vælumtókta íverksetaraskeiðið fari av bakkastokki

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

iverksetaraskeid_klax_12__mai1_0

Frískir luttakarar á íverksetaraskeiðið í Klaksvík, saman við ársins íverkseta, Óla Kristian á Torkilsheyggi

Nú er tað vælumtókta íverksetaraskeiðið aftur fari av bakkastokki.

tað fyrsta skeiðið bleiv skotið í gongd mánadagin í Kaffihúsinum í Tórhavn og Í gjár var ein bólkur samlaður í Íverksetarahúsinum.
Íverksetaraskeiðið er uppbygd á tann hátt, at tað eru trý mótul. Hvørt mótul er býtt í tvey, har Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, stendur fyri tí fakliga partinum og ein fyrilsetrahaldari uttan ífrá stendur fyri seinna partinum. Arbeitt verður eftir seligum metodum og teorium, eitt nú kann nevnast “Startup company”, har fokus verður sett á handliskonseptið, kundarelatiónir, virkisraksturin og organistión. Á fyrsta mótulinum greiddi Óli Kristian á Torkilsheyggi, eigari av Navia og ársins íverkseti, frá síni søgu, hvussu hann byrjaði, hvat skal til fyri at fáa business og hvussu hann kom víðari á tann útlenska marknaðin. Eftir lokið skeið fáa øll sum gjøgnumføra skeiðið, eitt skeiðsprógv.

Hetta er 13. ferð, at íverksetarahúsið skipar fyri íverksetaraskeiðið, so sigast má, at tað er ógvuliga væl umtókt.
Fleiri íverksetar, ið hava verið á íverksetaraskeiðið, eru komnir langt, og klára seg rættuliga væl úti á marknaðinum í dag.
Í næstum verður arbeitt við, at fara at gera eitt “follow up” skeið, sum er fyri íverksetarar, ið eru komnir eitt skritt longur á leiðini, og hava brúk fyri nýggjum inputtum.