Víðari lestur ella karrieruskifti?

Íverksetarahúsið

j

16/02/2018

Hugsar tú um at menna teg fakliga, um at fáa annað arbeiði ella at taka eina útbúgving?

Týskvøldið 20. feb kl 20 bjóðar Fjarnám inn til fyrilestur. Tað er Deirdre Hansen, lestrar- og karrieruvegleiðari á Fjarnámi, sum fer at tosa um hvørjir møguleikar eru til teirra, sum umhugsa víðari lestur ella karrieruskifti. Aftan á er møguligt at fáa eitt prát og persónliga vegleiðing um, hvussu hetta kann gerast.

Fjarnám er ein lestrardepil hjá Klaksvíkar kommunu, sum gevur borgarunum møguleika fyri útbúgving og førleikamenning í nærumhvørvinum í Norðoyggjum. Kommunan ynskir at raðfesta lesandi og bjóðar tí øllum lesandi innivist, umframt lestrar- og yrkisvegleiðing.

Fjarnám húsast saman við Íverksetarahúsinum í gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro, og er hetta sanniliga eitt spennandi umhvørvi hjá ungum, sum tilkomnum lesandi, umframt íverksetarum.