VINNARIN AV SKÚLA FM 2025 GJØRDIST BÓLKURIN BYGD TIL BÝ 

Íverksetarahúsið

j

07/03/2025

SkúlaFM er árliga kappingin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan var í dag í Høllini á Giljanesi.

Gjøgnumhugsað – aktuelt – lærandi – inkluderandi gjøgnum spæl – spennandi – enskur tekstur til tilflytarar – søga, landalæra og sagnir flættaðar í spæl – flott prototypa”, so greið vóru skotsmálini, sum dómarnir góvu vinnarunum Bygd til bý, tá tey í dag vunnu SkúlaFM 2025.

Bólkurin Bygd til bý høvdu eitt hugskot til eitt spæl, sum skal menna føroyska mentan, við at læra um mál, søgur og sagnir. Tey hildu at tey føroysku børnini vita ov lítið um føroyskar søgur og sagnir, og tí vildu tey gera okkurt við hendan trupulleikan.

Bólkurin, Bygd til bý, eru úr 9. flokki í Eysturskúlanum og stovnararnir eru; Anna Helena, Signa, Bjalla og Fía.

Tær siga; “Vit hava gjørt eitt borðspæl, sum eitur Bygd til Bý. Okkara hugskot hevur til endamáls at læra fólk um føroyska søgu, mentan og landalæru”.

Nummar tvey gjørdist Aurum frá Skúlanum við Løkin og Tofta Skúla. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot, sum var at gera ullhelsir, sum eru stuttfluttar og gjørdar úr 100% ull. 

Nummar trý gjørdist ECOOP frá NámX, ið hevði ment prýðislutur úr endurnýttum tilfari.

Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður í Kolding 25. apríl.

Betri Banki og Føroyar Tele góvu 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- kr. og 1.000,- kr.

 Í ár vóru 9. bólkar við í finaluni, sum hesaferð varð hildin í høllini á Giljanesi.

Dómarnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tey vóru á einum máli um, at øll hugskotini gott kunnu førast út í lívið. Støðið var óvanliga høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.

Í dómsnevndini sótu; Sjúrður Poulsen frá Betri Banka, Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele og Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Íverksetarahúsið takkar fyri dagin og vit gleða okkum til SkúlaFM finaluna 2026.