Vivian Sjóðklett

Íverksetarahúsið

j

15/04/2015

VivianSjodklettDFO

Á Kvinnur Megna verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Ymiskar vinnulívskvinnur fara at greiða frá sínum royndum við íverksetan, sølu og lønandi rakstri.

Vit hoyra frá Vivian Sjóðklett sum er útbúgvin námsfrøðingur og kunstterapeut. Kunstterapi verður brúkt til at arbeiða við torførum kenslum í ymiskum kreppum, og hevur Vivian valt at brúka sína útbúgving og hevur stovnað egna fyritøku, ‘Kunstterapi’.

Vivian hevur eina røð av tænastum sum hon bjóðar út ígjøgnum sína fyritøku m.a starvsfólkadagar, frígerandi dans, meditatión, og harumframt er Vivian útbúgvin láturinstruktør og hevur síðani 1999 hildið flenniskeið bæði í Føroyum og uttanlands.

Hoyrið meiri um Vivian fríggjadagin 17. apríl kl 13:00 í Østrøm.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.