Endaliga skráin fyri Ársins Íverksetaradag 2019

Íverksetarahúsið

j

01/05/2019

Íverksetarahúsið bjóðar øllum til Ársins Íverksetaradag í Løkshøll í Runavík, fríggjadagin 3. mai kl.13:00.

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn, Granan. Tað verður Løgmaður Aksel V. Johannesen, sum kemur at handa Granan til Ársins Íverkseta 2019.

Høvuðstalari í ár verður Þór Sigfússon, sum er íslendskur íverksetari, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og granskari. Hann er stovnari av Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. Sjávarklassin er eitt martimt íverksetarahús har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur, eru samlaðar fyri at skapa størri virði innan martimu vinnuna.

Tummas Justinussen, reiðari og stovnari av Skansi Offshore kemur við hugleiðingum um lívið sum íverkseti og vinnulívsmaður. Umframt hetta koma Kirstin og Høgni Hammer frá fyritøkuni Gómagott, sum gjørdist Ársins Íverkseti 2018, at hugleiða um, hvussu teirra íverksetara ævintýr byrjaði og hvussu tey hava ment fyritøkuna til tað hon er í dag. Síðsti røðari verður Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, hann kemur við einari hugleiðing undir heitinum ”Frá høvdinum skal tú hvalin skera, og frá kjølinum skal tú bátin gera”.

Eftir handanina verður netverkan og ábit, har høvi verður at fáa eitt prát við ymsar vinnuspírar, ið koma at vísa fram, hvat tey hava at bjóða.

Íverksetaradagurin verður hildin í Løkshøll í Runavík fríggjadagin 3. mai.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Tó er neyðugt at tekna seg.

Sí skránna og tekna teg til Ársins Íverksetaradag 2019 her.