10 góð ráð innan ígongdsetan

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

ide1. Ver tilvitað / ur um hvussu tú tjenar pening uppá hugskotið.
2. Lat tína familju, ella fólk ið standa tær nær, kenna tína støðu, soleiðis at tey fáa hjálpt tær og stuðlað í tíðarskeiðum sum eru krevjandi og hørð, men í síðsta enda eisini gevandi og lærurík.
3. Hav í huga at ígongdsetan tekur tíð, bæði menningin og eisini tað at seta seg inn í marknaðin, óannsæð hvussu únik ella genial tín ætlan er. Bygg upp og kunnag teg í senn í tilgongdini.
4. Undirmet ikki kapitalin. Ùtreiðslurnar koma ofta áðrenn væntað og gerast størri enn tú tordi at ímynda tær. Tað tekur tíð at koma inn á marknaðin!
5. Fortel um títt hugskot, tað nyttar ikki at stúra fyri at onnur “stjala” tað. Fleiri høvd hugsa ofta best, og tú kemur óivað í samband við fólk sum kunnu hjálpa tær innan økið, kenna marknaðin ella kunnu geva tær eitt neyðugt spark so hugskotið verður realiserað. Tað at tosa um hugskotið kann eisini geva tær stuðul uttanífrá, orku og eitt breitt netverk.
6. Hav í huga teir møguleikar og fyrimunir sum eru í at stovna eitt partafelag. Tað kann verða vandamikið at standa einsamallur í tilgondini og harafturat er tað skilagott at persónliga økonomiin er í góðum hondum, hóast tú váðar.
7. Hugsa víðari enn til vøruna, um tú vilt byggja eina fyritøku upp. Hugsa í konseptum og spjað vágan.
8. Ein góð íløga er at bjóða fólki við øðrum eginleikum (t.d rokniskaparfólk) at hjálpa tær. Við eini slíkari innvestering kanst tú spara nógva orku og arbeiðstímar. Tann ultimativi íverksetin leggur heldur dent á teir partar hann skilur og er góð/ur til í forløbinum t.d menning av hugskotinum.
9. Yvirvordera ikki hugskotið, kanna marknaðin, eisini á alnótini, kanska finnast líknandi hugskot longu.
10. Nýt endiliga tey tilboð sum eru til taks og ta kunning tú kanst fáa á eitt nú alnótini, bæði lokalt og eisini international. Góð kunning er t.d. inni á www.innovasjonnorge.no (um at ígongdseta og uppfinna), www.etablerer.no (upplæring og menning), www.bedin.no (kunning um “bedrift”).

Meiri á www.innovasionnoge.no etc.