Føroysk hitfactory

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

JakupRani

Í heyst vendi Jákup Zachariassen sær til íverksetarahúsið við einari nýggjari altjóða tónleikaætlan.

Samstarvið førdi við sær, at Jákup nú er í gongd við eina spennandi verkætlan yvirum Atlantshavið, sum kann fáa víttrøkkandi avleiðingar fyri føroyska tónleikavinnu.
Í fyrstu atløgu inniber verkætlanin eitt ítøkiligt samstarv við kenda gospel- og contrysangaran, Russ Taff, sum hevur hýrað Jákup Zachariassen til at framleiða eina útgávu fyri seg í Føroyum.
Verkætlanin er nakað serligt í føroyskari tónleikasøgu. Talan er nevniliga um ein sera kendan og væl seljandi sangara, og tá kunnu vakrar føroyskar harmoniir eisini gerast góður økonomiur.
Men ætlanin røkkur longur enn so. Við hesum fyrstu royndunum er hugskotið at byggja upp eitt føroyskt ‘hittfactory’, sum frameftir skal samstarva við aðrar artistar – føroyskar og útlendskar – um altjóða útgávur.
Møguleikarnir í einum slíkum konsepti verða mettir at vera rættuliga áhugaverdir fyri føroyskt framleiddan tónleik í altjóða høpi.
Jákup hevur nú í 10 ár haft og røktað góð sambond við tónleikaumhvørvið í Nashville, og neyvan hevur nakar annar føroyingur staðið so oftani á palli saman við kendum stjørnum frá amerikanska meginlandinum. Men tá ið umræður virðing og netverk, er tað líka langt báðar vegir.
Jákup sleit sínar barnaskógvar í Gøtu og longu á ungum árum varð hann ein sera góður og dugnaligur tónleikari. Harumframt hevur Jákup sjónlig kreativ evni og havt íverksetarahug sum fáur. Maðurin, sum eisini legði bókstavir til fyritøkuna JacZac, hevur í fleiri ár átt og rikið egið virki innan grafikk, prent, heimasíður og ljóðstudio. Jákup er tónasmiður og høvundur og eisini eitt av andlitunum í bólkinum Fýra, sum hava verið nógv spældir í útvarpinum.
Í heyst vendi Jákup sær til Íverksetarahúsið við sínum ætlanum og herfyri bórust tíðindini, at nú var ein spennandi og slóðbrótandi avtala komin í hús. Tað er ikki hvønn dag at føroyingar framleiða tónleik fyri navnframar útlendingar. Men Jákup Zachariassen hevur framum aðrar prógvað, at tað sum ein setur sær fyri, eisini kann fremjast í verki. Og nú er klárt at fara til arbeiðis við eini nýggjari fløgu saman við amerikumanninum Russ Taff, og sum skal seljast um allan heimin.