Vælkomin til eitt ófyrisíggjadi 2010

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

carstenCarsten Beck frá ‘Instituttet for Fremtidsforskning’ er spurdur, hvussu 2010 kemur at taka seg út, og hann er biðin um at koma við ráðum til fyritøkur. Carsten Beck sigur:

“Tað eru tíðarskeið í søguni, har man sær eina stabila menning, og so er tað tíðarskeiðið frá 2008 til 2011. Vit er sloppin undan beinleiðis depressión, og hava sett eina stuttsiktaða kós móti stabiliteti av búskapinum og marknaðunum, og vit síggja samstundis at onnur lond eru væl harðari rakt enn eitt nú Danmark”.

Hann sigur víðari, “at mítt ráð til vinnulívið er at fyrireika seg uppá næstan óhugsandi senariur og fyrireiki tykkum serliga uppá, at kappingin verður harðari og at marknaðirnir flyta seg alla tíðina”.

Her eru seks ráð hjá Carsten Becks til 2010:
1. Kannið umheimin oftari og grundigari enn tit plaga. Kappingin er økjandi, og talið av “sweet spots” er minkað.
2. Setið møguleikar upp fyri gongdir á marknaðinum og vágið at tosa um teir daprastu av teimum.
3. Organisatorisk broytingarferð – varðveitið og mennið evnini at handla skjótt.
4. Hugsið um umhvørvi og tilfeingi.
5. Hugsið um Asia og Kina.
6. Hugsið talgylt.

Carsten Beck er granskingarstjóri í Instituttet for Fremtidsforskning og arbeiðir við framtíðargransking í samband við marknaðargreiningar, greiningar av kundum, menning av medarbeiðarum, detailhandil og leiðslu og organisationsviðurskifti.