Føroyskir vinnarar

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

EBGfundur

Mynd: Eyðun Leo, Fiskivinnuskúlin, Karin Petersen, Tekniski skúli Klaksvík, Rani Nolsøe, Íverkisetarahúsið. Hjørdis Gaard, Studentaskúlin í Hoydølum, væntar á myndini.

Samstarvið millum European Business Games (EBG) og Íverksetarahúsið er nú farið av bakkastokki. Í dag varð fundur hildin í Íverksetarahúsinum, har árið 2009/10 var ætlannarlagt, umframt at ítøkiligir møguleikar fyri at menna EBG sum konsept, vórðu umrøddir.

Framyvir fer dentur at verða lagdur á at skipa fyri Innovation Camp fyri næmingar, skeiðum fyri lærarum, og fyri konsulentdøgum á skúlunum. Hartil er ætlanin eisini at økja um áhugan fyri sjálvari finaluni í Føroyum. Alt saman fyri at økja um møguleikan fyri at framleiða føroyskarar vinnarar til stóru evropeisku finaluna í EBG, sum í 2010 verður hildin í Fraklandi.

Yvirhøvur er málið, at EBG førleikamennir og inspirerar skúlaungdómin til at síggja sjálvstøðuga íverksetan sum ein góðan framtíðar møguleika.

Í ár luttaka átta bólkar úr trimum skúlum í EBG. Finalan í Føroyum verður hildin seinast í mars mánaða, og evropeiska finalan í Fraklandi verður mánaðarskifti juni-juli.