Íverksetarahúsið og Vinnuframagrunnurin – tíðindaskriv

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

RaniKittyMay

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um Vinnuframagrunnin. Í hesum kjaki hevur Íverksetarahúsið verið nevnt ferð eftir ferð.

Íverksetarahúsið ynskir hervið at vísa aftur, at húsið hevur nakað við málið um Vinnuframagrunnin at gera. Somuleiðis vísa vit aftur, at Íverksetarahúsið ikki hevur gott samstarv við Bitland. Tvørturímóti so hevur verið gott samstarv ímillum Íverksetarahúsið og Bitland.
Íverksetarahúsið er ein sjálvognarstovnur, sum Klaksvíkar kommuna í 2006 tók stig til, har endamálið við húsinum er at ráðgeva, útbúgva og eggja undir íverksetan í øllum Føroyum. Síðani húsið fór í gongd hevur nógv virksemi verið bæði í og rundan um húsið. Íverksetarahúsið er fíggjað av Klaksvíkar kommunu, EIK Banka og Løgtinginum.
Í sambandi við Vinnuframagrunnin, so hevur Íverksetarahúsið skrivað og sent fleiri umsóknir fyri føroyskar íverksetarar til Vinnuframagrunnin. Hetta er ein tænasta, sum Íverksetarahúsið veitir føroyskum íverksetum. Íverksetarahúsið setur ikki pengar í fyritøkur ella verkætlanir, og hevur sostatt eingi “privat” áhugamál í hesum verkætlanum.
Í vár sendi Íverksetarahúsið tvær umsóknir til Vinnuframagrunnin um at stuðla Ársins Íverksetaradegi og einum átakið fyri at fáa íverksetan inn um skúlans gátt. Umsókninar vóru ikki gingnar á møti.
Núverandi nevndarformaður í Vinnuframagrunninum var nevndarlimur í Íverksetarahúsinum. Men tá hesin varð valdur í Vinnuframagrunnin, boðaði hann beinanvegin frá, at hann tók seg úr nevndini í Íverksetarahúsinum.
Viðvíkjandi fyrispurninginum hjá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, skal hervið sigast frá, at forkvinnan í Íverksetarahúsinum ikki er forkvinna fyri Havnar Framburðsfelag. Nevndarforkvinnan stillaði ikki upp aftur til valið hjá Framburðsfelagnum í mars 2009.
Tað eru stór tók, sum skulu takast innan føroyska íverksetan komandi árini, so brúk er fyri øllum góðum kreftum, um tað skal eydnast.

Fyri Íverksetarahúsið
Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna, Rani Nølsøe, stjóri