Skúlin á Ziskatrø undir íverksetan

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Ziskatro

Næmingar og lærari uttanfyri Íverksetarahúsið í dyrdarveðrinum mánadagin.

Í hesu vikuni vitjaðu um 30 næmingar Íverksetarahúsið við sínum ætlanum, og fingu eitt innlegg um, hvat hevur serligan týdning í samband við byrjan av vinnuligum virksemi.

Saman við Høgna Reynatrø, lærara, høvdu næmingarnir frammanundan klekt trý hugskot, sum tey fara at arbeiða víðari við. Tá arbeiði er komið longri, stendur teimum í boði at fáa professionella ráðgeving úr Íverksetarahúsinum.

Eingin ivi er um, at tá fólkaskúlin fer at seta ferð á íverksetan sum lærugrein, tá svarar tað til tann týdning, sum eitt virki ungdómsarbeiði hevur fyri eitt ítróttarfelag.

‘Vit eru rættuliga glað fyri initiativið, sum skúlin á Ziskatrø nú hevur víst á íverksetaraøkinum’, sigur Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, og leggur hann afturat, at allir skúlar skulu vera vælkomnir at venda sær til Íverksetarahúsið.