Ungur føroyingur uppfunnið kollveltandi tól

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Tað liggur nógv meira enn ein svakur tónleikari aftanfyri Hera Schwartz úr Boys in a Band. Hann er eisini ein svakur uppfinnari, sum júst hevur fingið heimspatent uppá eitt orkusparandi tól, hann sjálvur hevur funnið uppá.
– Tað er ein maskina, sum endurnýtir spillvatni í einum húsarhaldi, sigur Heri við Mess.

– Ein rúgva av orku fer í kloakkina, tá tú fert undir brúsu ella brúkar vaskimaskinuna. Hendan maskinan tekur hitan í spillvatninum og hitar kalda vatnið upp.

Hvaðani kemur íblásturin?
– Tað kom til mín einaferð, tá eg stóð undir brúsuni. Mamma mín rópti sum ikki einaferð á meg, at eg mátti skunda mær, tí eg brúkti ov nógva olju. Eg hugsaði, at tað má vera onkur máti at standa longri undir brúsuni uppá og ikki brúka so nógva olju. Og har var tað.

Heri hevur roynt maskinuna av heima hjá foreldrunum og sigur, at hon riggar nógvar ferðir betri, enn hann trúði, at hon fór at gera.
– Eg kann nú standa nógv longri undir brúsuni fyri sama prís. Ella brúka minni tíð og spara eina rúgvu av peningi.

Størsta minkingin av CO² útláti í nýggjari tíð
Enn manglar Heri at fáa prototypuna av maskinuni lidna. Hann væntar tó, at hon verður heilt klár til ársskiftið. Og tá hann hevur funnið røttu framleiðararnar, kann framleiðslan av henni byrja.
– Eg vænti, at hetta verður nógv tað størsta, sum nakrantíð er hent í Føroyum, og tað fer absolutt at seta landið á heimskortið, sigur Heri.
– Hendan maskinan fer at vera orsøk til størstu minkingina av CO² útláti í nýggjari tíð.

Skegg-rakingin viðkomandi
Tey eru helst fleiri, ið saman við Mess hugsa, um tað, at Heri hevur rakað skeggið av, hevur nakað við hetta at gera?
– Jú, kanska eitt sindur. Nú skal man síggja hampuligur út til fundir osfr. Men um eg fari til Kina, er tað ikki so feitt, tí har gevur skegg status. Men mest av øllum rakaði eg tað av, tí eg orkaði bara ikki at hava tað meira. Tað er so heitt at ganga við og ov ringt at halda við líka.

Kelda: Mess