Vil náa toppin!

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Í hesum døgum er Rani Nolsøe, stjórin í Íverksetarahúsinum, á ferð. Hann er í Tanzania, har hann fer at klúgva hægstu tindarnir í Afrikanska kondinentinum. Skjótt hálvthundrað ára gamli klaksvíksjingurin er nevnliga í hesu løtu avegis niðan á Kilimanjaro, sum er 5.895 metur, og tískil hægsta fjallið í Afrika.

– Tað snýr seg fyrst og fremst um at seta sær mál, stremba og realisera, í stuttum at vinna á sær sjálvum! Ein harður túrur, men kortini ein realistiskur málsetningur um heilsan og dirvi fylgjast hond í hond.

Góða ferð.