Meditatión

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Tað sum er aftanfyri, og tað sum er frammanfyri, eru smáting afturímóti tí sum er inni í okkum sjálvum.
OLIVER WENDEL HOLMES

Líka mikið hvar tú fert, ert tú har. Men tað gloyma vit alt ov ofta. Vit detta ofta í tað grøvina, har vit halda at tað vit hugsa er sannleikin um heimin rundanum okkum og inni í okkum sjálvum. Vit gjalda ein høgan prís fyri hetta mistakið og tað kostar okkum at uppliva núið, at vera til staðar.

Fyri at geva okkum sjálvum loyvi til at vera í samband við núið er neyðugt at lata løtuna sjúnka, so vit kunnu merkja núið, rúma tí, uppliva tað vakið, læra tað betur at kenna, skilja tað betur.
Reiðskapið er meditatión – ein tilgongd, har vit útdypa tilvitið og vera vakin, soleiðis at vit betur kunnu nyta meditatiónina í lívi okkara.

Hesi orðini eigur Jon Krabat-Zinn.

Jon Krabat – Zinn er ein altjóða viðurkendur rithøvundur innan sjálvsmenning. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um hetta evnið, bókin ‘líka mikið hvar tú fert, ert tú har’ er tann fyrsta sum er útkomin á donskum máli. Hetta er ein hondbók um at læra seg at liva við fullari tilvisku og er hon ætla teimum sum gjarna vilja vita eitt sindur um hvussu ein kann læra at meditera.

Mindfulness meditatión er at góðtaka núið uttan at gera nakra niðurstøðu, bert at vera.

Mindfulness er ein meditiatiónsformur sum er nyttur til at viðgerða stress, pínu og angist.

Mindfulness er ikki at náa eitt ávíst mál, roynir ikki at broyta nakað ella at skulla gera nakað.

Mindfulness góðtekur tað sum er og bjóðar tí vælkomi , sær tankar, kenslur og merkir likamið og verður tilvitaður um tað og letur tað koma og fara.

X