Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt!

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Orðið fíggjarkreppa, er eftir hondini vorið eitt líka ræðuligt orð, sum kríggj og ræðsla. Men er hetta veruliga ein tíð, har vit ganga biddaragongd, slitin og tvitin?

Tað er ikki neyðugt at falla í fátt, so leingi ein hevur arbeið, ikki skal selja ella keypa íbúð og heldur seg frá ovurnýtslu, hetta sigur fíggjarserfrøðingurin Lisbeth Nebelong, ið metir, at tað í veruleikanum ber til at fáa nakað skilagott og positivt burtur úr kreppuni, eisini um ein er komin illa fyri.

Lisbeth er í holt við at skriva sína sjeyndu bók um búskap og meinar, at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, samstundis sum hon gevur okkum nøkur góð ráð um hvussu vit skapa ein ”sunnan” búskap. Hon sigur millum annað:

Slepp tær av við ringar vanar
-Meðan tey seinastu árini fyri mong hevur verið ein ”lán-til-nýtslu-veitsla”, verða komandi árini ”spar-upp-til-nýtslu. Hetta ljóðar kanska keðiligt, men kann eisini vera sera positivt.

-Brúka kreppuna sum høvi til at eftirkanna tín búskap. Rudda ringar vanar út og eina møguliga ovurnýtslu, sum jú skal gjaldast aftur við rentu.

-Vend øllum øvugt, verð kreativ og ger tað til ein sport, at hava yvirskot og fá dygd fyri pengarnar. Fá tær nýggjar góðar nýtsluvanar og gevst at brúka kredit- og kontokortini, ið kunnu geva tær eina falska ímyndan av, at tú hevur meira pening enn tú í veruleikanum hevur. Gjald kontant, tað ger, at nýtslan verður ítøkilig, og tú gerst tilvitað/ur um, hvat pengarnir vera brúktir til, sigur Lisbeth Nebelong.

Sunnur búskapur
-Ein búskapur, sum er í javnvág, og helst við vaksandi yvirskoti, er sunnur. Í einum ósunnum búskapi er mann alla tíðina í undirskoti. Tað er nakað lort, tá ein mitt í mánaðinum ikki hevur pengar til hvørki óvæntaðar útreiðslur ella njótilsi. Møguliga er tað enntá vaksandi undirskot í leysaskuld – kontokortum og nýtslulánum.

Minni mark millum rík og fátøk
-Fíggjarkreppan hevur barbera frívirðir og partabrævavinning niður í einki og hetta hevur minka um markið millum rík og fátøk, nú aftaná nýtsluveitsluna. Øll vera rakt av kreppuni, tí tað verður truplari at fáa lán í bankunum og ein og hvør kann gerast arbeiðsleysur, nú vandi er fyri, at fleiri og fleiri virkir lata aftur og virksemi sum heild avmarkast.

Hav eyga við bankunum
-nógv koma at merkja, at bankarnir stramma kreditmetingarnar. Tey sum framvegis kunnu lána ella økja kassakredittin eiga at halda eyga við prísinum, tvs. rentu og kostnaðum. Kanna árliga kostnaðin í prosentum, og tryggja tær, at tú ikki betalir ov nógv. Sigur bankin nei til eitt lán, er tað eitt VÁNALIGT hugskot, at taka eitt blankolán.

Vit snýta okkum sjálvi
-Man skal ongantíð brúka meira pening, enn man hevur ráð til. Nógv snýta seg sjálvan, tá tey siga, at tey ikki orka ella tíma at fáast við teirra egna búskap. Tá man alla tíðina er afturút við rokningum og hevur undirskot, verður man navnliga ótrúliga fokuseraður upp á pengar – ella rættari sagt, teir pengar, ið ikki eru har. Við einum yvirskot´s búskapi nýtist ein ikki at brúka dýrabara orku upp á at stúra.

Lisbeth Nebelong, skrivar umframt bøkurnar um búskap, eisini romanir, m.a. romanina ”Når englene spiller Mosart”, ið partvíst fer fram í Føroyum.

X