Lykilin til framgongd

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Heilsa og trivnaður á arbeiðsplássinum er vorið eitt evnið, ið er sera heitt í dag. Men hetta kemur ikki av ongum. Tað er nevnliga staðfest, at arbeiðspláss, ið gera nakað við heilsuna, fáa nøgdari starvsfólk, frískari starvsfólk og harvið meira effektiv starvsfólk.
Seinni árini, hava nógvar fyritøkur tikið hesa vitan um trivnað hjá starvsfólkinum til eftirtektar. Í byrjanini var talan um at røra seg, t.v.s. at fleiri arbeiðspláss skaptu umstøður at røra seg í arbeiðstíðini, seinni kom so hvíld inn, og í dag eru tað fyritøkur, ið bjóða sínum starvsfólkum at “powernappa” ein ½ tíma um dagin.
Men kostur og sálarlig heilsa, eru í dag vorðin ein partur av heildini. Tí tað vísir seg, at heilsugóður matur er eins týdningarmikil og rørsla. Somuleiðis er eisini greitt í dag, at sálarligur trivnaður hevur avgjørdan týdning í samlaðu heildini. Eitt arbeiðspláss, ið gevur rúm fyri rós og stuðul, og tryggjar javnvág millum arbeiðslív og heimalív umframt persónliga og fakliga menning, vísir seg at gerast nógv sterkari, bæði innovativt og búskaparligt.
Niðurstøðan er greið. Arbeiðspláss, ið hjúkla um síni starvsfólk á øllum nevndu økjum, tað verið seg rørslu, hvíld, kosti og sálarligum trivnað, eru tey, sum koma at klára seg best. Í hesum krepputíðum, er hetta helst ein tann týdningarmiklasti lykilin til framgongd.