Vinnan hittist – ferðavinnan í Norðoyggjum

Íverksetarahúsið

j

28/03/2016

faroe2

Mikudagin 30. mars. kl. 19:00 skipar Íverksetarahúsið saman við Norðoya Kunningarstovu fyri spennandi tiltaki har vinnan, veitarar og annars øll ið hava áhuga fyri at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum koma saman.

‘Vinnan hittist’ er eitt afturvendandi tiltak, sum Íverksetarahúsið skipar fyri. Endamálið er, at samla ymisku vinnugreinarnar til eitt hugnaligt netverkskvøld við íblástri og sparring millum vinnulívsfólk og íverksetarar, ið starvast innan sama øki.

Hesaferð verður evnið produktmenning innan ferðavinnu í Norðoyggjum, og endamálið er, at stimbra vinnuna og vitanina um ferðavinnuøkið.
Kvøldið er ætlað øllum aktørum í ferðavinnuni í økinum, umframt teimum sum umhugsa at seta virksemi í gongd.

Skrá:
Visit Faroe Islands – Produktmenning
Kunningarstovan – Grundarlagið
Símun Gullaksen – Soleiðis gjørdu vit!
Íverksetarahúsið – Kom í gongd
Hugarok – Hugskot til ferðavinnu produktir í Norðoyggjum.

So hevur tú áhuga fyri ferðavinnuni og nýggjum vinnumøguleikum í økinum, melda til á [email protected]. Avmarkað pláss.

Tiltakið verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.