Beak á Framtíðartorginum

Íverksetarahúsið

j

26/03/2016

12019783_935704933176673_1659612408672063182_n

Ein av teimum nýggju spennandi fyritøkunum, sum verða við á Ársins Íverksetaradegi í Østrøm fríggjadagin, er íverksetarafyritøkan Beak av Skálafjørðinum.

Á summri 2013 byrjaðu tríggir ungir garpar, at menna appir, heimasíður o.a. í køkinum hjá einum teirra í Aarhus – nógv er hent síðani.

Í dag hevur Beak kontór á Toftum. Virksemið er blivið munandi størri síðani teir sótu runt um køksborðið og tøppaðu á knøttarnar. Ungu stovnararnir í Beak eru Virgar Poulsen, Levi á Torkilsheyggi og Pól Andrias Larsen sum allir júst eru komnir aftur til Føroyar aftaná lesnað í Danmark, har teir hava fingið sær útbúgving innan sniðgeving, forritan og KT.

Levi er útbúgvin bachelor í IT-Produktdesign, Virgar hevur útbúgving í Computer Science og Pól Andrias hevur lokið multimediedesign útbúgving, við frískastu vitan innan sniðgeving og heimasíðuforritan. So saman eru teir eitt sterkt toymið.

Í septembur 2015 vunnu teir føroysku finaluna í Creative Business Cup Føroyar við verkætlanini ClearComm, ið er ein talgild skipan, ið hjálpir fólki við autismu í teirra gerandisdegi.

Og í november 2015 umboðaðu teir Føroyar í altjóða finaluni í Keypmannahavn, har teir kappaðust við verkætlanir úr 53 londum, og har ClearComm gjørdist ein av seks finalistum sum var útvald at luttaka í kappingini Health Innovation Challenge.

Hoyri meira um verkætlanina ClearComm og aðrar spennandi verkætlanir sum teir tríggir í Beak arbeiða við fríggjadagin 1. apríl kl 10:00 í Østrøm!