Undirgrund – Jarðfrøðingar menna produktir úr gróti

Íverksetarahúsið

j

25/03/2016

Undirgrund_Uni-Hallur-Jim (3)

Undirgrund er ein av fleiri spennandi verkætlanum, sum meiri verður at hoyra um á Framtíðartorginum á Íverksetaradegnum fríggjadagin 1. apríl.

Undirgrund byrjaði í desember 2014 sum ein verkætlan burturav við vøruni, ið millum fólk best er kent sum føroyskt whisky-grót. Fyrsta framleiðslan av whisky-grótinum umfataði 20 produktir. Undirtøkan var sera góð, tí eftirspurningurin var so stórur, at trupult var at nøkta tøvin. Tí var beinanvegin greitt, at whisky-grót frá Undirgrund hevði rakt okkurt sera áhugavert.

Í tøttum samstarvi við Føroya Grótvirki í Skopun, varð næsta produktið ment – undirløg til gløs/koppar. Íblásturin heintaðu jarðfrøðingarnir frá stabbagróti, ið ofta finst natúrligt í 6-hyrntum skapi, tískil vóru undirløgini eisini 6-hyrnt. Hetta produktið verður selt saman við søguni, um hvussu lava fyri 60 mill. árum síðan kólnaði og stakk, so tað gjørdist til stabbar av gróti. Nakað, ið eitt nú sæst við Kulugjógv í Froðba.

Endamálið við Undirgrund er, at fortelja søgur – storytelling – um jarðfrøði ígjøgnum vørur, ið eru ætlaðar vanliga brúkaranum.

Handan sp/f Undirgrund eru tríggir persónar. Hallur Leivsgarð Joensen er verkfrøðingur og tekur sær av tí dagliga rakstrinum, ímeðan jarðfrøðingarnir Uni Árting og Jim á Horni nýta sín serkunnleika at kanna og menna nýggjar vørur úr gróti.

Føroyingar hava tikið so væl ímóti Undirgrund, at henda verkætlan burturav nú skal mennast víðari til eina veruliga fyritøku. Tí er sjóneykan sett á útlendskar marknaðir, og Undirgrund hevur júst fingið játta stuðul frá Vinnuframa til verkætlanina ”Undirgrund á danska marknaðin”, so nú byrjar uttanlanda-ævintýri av álvara.

Ein sera forvitnislig verkætlan, sum meiri verður at frætta um á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi, sum verður hildin í Østrøm fríggjadagin 1. apríl klokkan 10. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

X