Ársins Íverksetaradagur

Íverksetarahúsið

j

23/03/2016

529113_379063125458693_34238159_n (1)

Nú kallar Íverksetarahúsið aftur inn til árliga dagin, har vit fara at seta fokus á og heiðra føroyska íverksetan.

Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivnað í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum.

Á skránni vera handan av Granum til Ársins Íverkseta, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni. Íverksetarahúsið heiðraði føroyska íverksetan fyrstu ferð í 2009, og hevur gjørt tað hvørt ár síðan. Føroya Løgmaður Aksel V. Johannesen handar.

Suðuroyar Sparikassi, sum fyrr í ár boðaði frá, at hann sum fyrsti norðurlendski peningarstovnur fer at bjóða vinnukundum lán gjøgnum crowdfunding, fer at greiða nærri frá hesum møguleikanum. Hvat snýr hetta seg um og hvussu kann hetta brúkast til vinnuna og íverksetarar?

Høvuðsrøðari verður Jan Ziskasen stjóri á Føroya Tele. Jan hevur seinastu 12 árini starvast í ávikavist London og Chicago, har hann hevur verið tekniskur stjóri, CTO, í altjóða risafyritøkuni Kraft Foods. Í framløguni fríggjadagin fer Jan m.a at tosa um møguleikarnir á altjóða marknaðinum.

Aftur hesuferð verður Framtíðartorgið partur av Íverksetaradegnum, har vit fara at hyggja eftir aktuellum framlítandi verkætlanum, sum vísa, hvat fremsta røð innan føroyska íverksetan hevur at bjóða upp á í framtíðini.

Íverksetaradagurin verður í ár hildin í Østrøm í Tórshavn. Tiltakið byrjar fríggjadagin 1. apríl 2016 klokkan 10 og heldur fram til á middegi og endar við eini hugnaligari reseptión.

Øll við áhuga fyri íverksetan eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.