Ger hugskotið til veruleika

Íverksetarahúsið

j

09/03/2016

61978_r_660_660

Vit kenna tað øll. Serliga íverksetarar sum ikki eru komnir langt við síni yrkisleið.

“Eg havi eitt frálíkt hugskot, men hvat geri eg?”.

Tað fyrsta er at arbeiða við hugskotinum, fyri at finna út av, um hetta veruliga er eitt gott hugskot.

Hugsa um hvørja virðiskapan vit gera fyri okkara kundar, sum í seinasta enda skulu keypa okkara vøru ella tænastu. Hvørjar “trupulleikar” loysa vit á marknaðinum?

Hesi viðurskifti kanst tú tosa um við títt nærumhvørvi. Tað verið seg vinir, familju, aðrir íverksetar ella roynd vinnulívsfólk sum tú kennir.

Fyri at eitt hugskot skal verða gott, er sjálvsagt neyðugt við einum marknaði og kundin skal verða sinnaður at gjalda fyri vøruna. Tìn loysn ella vøra skal verða betri enn tað sum er á marknaðinum í løtuni.

Tá ið tú hevur avgjørt at fara víðari við tínum hugskoti, skalt tú út at finna tínar fyrstu kundar. Umráðandi er at seta seg inní hvør júst tín kundi er, tí jú meiri tú veist um kundan – jú meiri neyvt kanst tú selja.

Hvønn er tað eg skapi eitt virði fyri við mínari vøru ella tænastu, og hvørjir eru týdningarmestu kundarnir?
Ger tær eitt yvirlit yvir 5-10 kundar sum kundu hugsast at keypt tína vøru. Hetta ger, at tá tú fer í gongd so hevur tú eina inntøku sum kann hjálpa tær í byrjanini.

So er spurningurin hvussu tú setur teg í samband við hesar kundar. Hvør háttur er bíligast og mest effektivur. Er talan um beinleiðis sølu ella vónar tú kundarnir finna teg umvegis tína heimasíðu? Møguliga skalt tú marknaðarføra teg á ein heilt annan hátt.

Situr tú við einum hugskoti og hugsar um, hvussu tú kemur víðari við at finna kundar so ring til Íverksetarahúsið á tlf. 239500 ella 239505. Vit ráðgeva tær fegin.