Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verður latnar á Ársins Íverksetaradegi
Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar: Ársins Íverkseti, Ársins Innovatión og Ársins Íløga.
Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør
hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi
hevur víst góð fíggjarlig úrslit
hevur givið øðrum íverksetum íblástur
Freistin at koma við tilnevningum er 21. mars 2016. Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected].
Ársins Íverkseti í fjør var Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe fyri einnýtisruskspannina Dropbucket. Ársins Innovatión var Green IQ fyri at hava ment ein yvirflatuskimmara, teir longu høvdu, soleiðis at hann kann brúkast í alivinnuni.
Í ár verður Ársins Íverksetaradagur hildin 1. apríl 2016 í Østrøm í Tórshavn.