Fyrilestur um Vakstrarkós

Íverksetarahúsið

j

07/03/2016

Eyðbjørn Poulsen - Leiðsluhúsið
Hósdagin 17. mars kl. 15 bjóðar Íverksetarahúsið aftur inn til netverksfund. Hesaferð bjóða vit stjórum, nevndarlimum, eigarum og íleggjarum í privatum fyritøkum at hittast til fyrilestur, kaffi og prát.

Evnið verður Vakstrarkós og Eyðbjørn Poulsen frá Leiðsluhúsinum undirvísir.

Vilt tú menna virksemi í fyritøkuni?
Fyrilesturin fer at snúgva seg um hvussu tú sum partur av leiðsluni, hevur møguleika fyri at ávirka kappingarføri og virðisskapanina hjá fyritøkuni við einum handilsmyndli.
Eisini verður komið inn á amboðið ið verður nýtt, nevniliga Business Model Generation. Við BMG fær leiðslan møguleika fyri at skapa strategisk átøk, sum beinleiðis ávirka virðisskapanina í fyritøkuni.

Leiðsluhúsið fer í vár at hava skeið innan vakstrarkós til privatar fyritøkur. Á fundinum verður stutt komið inná hvat skeiðið fevnir um. Les meira um skeiðið her.

Tiltakið verður hósdagin 17. mars frá kl. 15-16 í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]
Avmarkað pláss.