Íverksetaraskeið nummar 16 er farið aftur um bak, og átta sera frískir og vælupplagdir luttakarar eru nú komnir eitt týdningarmikið stig víðari í teirra ætlan. Fokus varð hesuferð sett á konseptið, tí um konseptið ikki er uppá pláss er onki komið uppá pláss.
Seinasta skeiðskvøldið møttust luttakararnir í snøggu hølinum hjá Ró í Sørvági, og var stemningurin í top. Eftir lokið skeið fáa øll sum gjøgnumføra skeiðið, eitt skeiðsprógv.
Hetta er sum sagt 16. íverksetaraskeiðið í røðini, so sigast má, at tey er ógvuliga væl umtókt. Fleiri íverksetar, ið hava verið á íverksetaraskeið, eru komnir langt, og klára seg rættuliga væl úti á marknaðinum í dag.
Íverksetaraskeið vera væntandi aftur í heyst.