Spennandi avbjóðingar fyri framman hjá nýggjari íverksetarafyritøku

Íverksetarahúsið

j

13/06/2012

greeniq

GreenIQ er ein spennandi íverksetarafyritøka sum Íverksetarahúsið hevur verið við til at sparka ígongd. GreenIQ hevur ment eina nýskapandi reinsiskipan til skip og annan íðna, og í fjør byrjaðu teir at framleiða og selja ein nýggjan patenteraðan oljuskiljara.

Fer er nú komið á søluna, teir hava verið í samband við fleiri stór reiðaríir í Grønlandi og Noregi, og bíða nú eftir tí stóra ordranum. GreenIQ fegnast um, at afturmeldingarnar frá keyparum hava verið sera jaligar, og leggja stóran dent á, alla tíð at betra um góðskuna.

Higartil hava teir verið tríggir knýttir at fyritøkuni, men í næstum fara teir at víðka um starvsfólkatalið.
Vit í Íverksetarahúsinum fegnast um góðu gongdina hjá GreenIO og ynskja teimum blíðan býr í framtíðini.