Winner of the Winners

Íverksetarahúsið

j

03/07/2012

ebg

Næmingar úr Fiskivinnuskúlanum vunnu í seinastu viku ársins evropeisku finalu í íverksetan (EBG), sum hevur verið hildin í Slovakia. Tey fýra Rasmus, Árni, Jacoba og Hallur vunnu samantalt fyri teirra uppgávu og framførslu á enskum máli.

Vinnandi bólkarnir úr átta londum kappaðust um evropameistaraheitið, og vinnandi verkætlanin hjá føroysku næmingunum snúði seg um flagtekjur. Kristinbjørg Høgnesen og Eyðun Leo hava verið lærarar í verkætlanini.

Hetta er soleiðis triðju ferð, at ein bólkur við næmingum á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hevur vunnið evropeisku endakappingina. Fyrstu ferð var í 1997, síðan í 1999 – og nú aftur í 2012.

Íverksetarahúsið er fyriskipari av European Business Game í Føroyum, og hevur tískil fingið tað spennandi uppgávu at samskipa endaligu finaluna næsta ár, nú greitt er at kappingin komandi ár verður í Føroyum.

X