Tilboð til lesandi

Íverksetarahúsið

j

12/07/2012

tilbod.til_.lesandi

Íverksetarahúsið og Klaksvíkar Kommuna hava gjørt samstarv um eitt nýtt tilboð til lesandi. Endamálið við samstarvinum er fyrst og fremst, at lesandi, sum koma heim í summarfrí, fáa eitt lestrarumhvørvi, har tey kunnu lesa og gera uppgávu frá morgni til myrkurs.
Í Danmark er vanligt, at lesandi sita á ymiskum bókasøvnum ella í serligum lesisalum á skúlunum, har tey hava møguleika at gera uppgávur v.m.
Nógv lesandi eru komin heim í summarfrí, har tíðin hjá fleiri óivað fer til at vinna sær nakað av peningi. Tað er tó ein sannroynd, at fleiri av teimum lesandi eisini hava nógv, ið skal lesast og skrivast í summarfrítíðini, áðrenn gerandisdagurin byrjar aftur í útlandinum.

Tað er hetta, sum Klaksvíkar Kommuna og Íverksetarahúsið vilja gera nakað við nú.

Lesandi, ið vilja taka av hesum tilboðið, kunnu venda sær til Íverksetarahúsið á telefon 459700.